Moldovski forsetin ákærir Russland fyri hybridálop undan týðandi vali

Russland roynir aktivt at ávirka valið í Moldova 28. september, sigur Maia Sandu, forseti.

Forsetin í Moldovia, Maia Sandu, talaði týsdagin í Evropatinginum í Strasbourg. Her ákærdi hon Russland fyri at royna at ávirka valið í Moldova, sum skal vera 28. september - Mynd: Romeo Boetzle/Ritzau Scanpix

Í røðu fyri Evropatinginum ákærdi forsetin í Moldova, Maia Sandu, Russland fyri at royna at ávirka komandi tjóðartingsvalið í landinum, sum er ES-valevni.

Valið skal vera 28. september.

Á henda hátt roynir Russland at trýsta Moldova burtur frá at gerast limur í ES, heldur Sandu:

- Í dag standa vit framman fyri einum óavmarkaðum hybridstríði á einum støði, sum ikki er sætt áðrenn fullu innrásina í Ukraina.

- Endamálið hjá Kreml er greitt: at hertaka Moldova gjøgnum atkvøðukassan, brúka hann móti Ukraina og gera okkum til sjósetingarpláss til hybridálop í Evropeiska Samveldinum, sigur Maia Sandu.

Á valinum eru Maia Sandu og hennara ES-sinnaði flokkur uppi ímóti einum vongi, sum stuðlar Russlandi. Og sum sambært moldovisku stjórnini fær hjálp í formi av russiskum propaganda og manipulatión.

Moldova er sostatt vorðið eitt týðandi stykki í geopolitiska stríðnum millum Russland og ES um ávirkan í Eysturevropa.

- Okkara evropeiska leið er ikki bara ein spurningur um virðir, tað er ein spurningur um at yvirliva.

- Júst tí vit eru komin so langt á hesi leiðini, hevur Russland slept sínum arsenali av hybridálopum móti okkum, sigur Maia Sandu.

Eisini er stúran í Brússel fyri, at tjóðartingsvalið í Moldova í ringasta føri kann enda við eini umlegging móti Russlandi.

Hetta er partvíst hent í Georgia, sum áður varð mett at vera eitt av teimum mest pro-vesturlendsku og demokratisku postsovjetisku ríkjunum.

Men stjórnarflokkurin Georgian Dream verður nú ákærdur av viðmerkjarum fyri at draga landið í ein meira autoriteran og pro-russiskan veg.

Russiska trýstið undan valinum í Moldova hevur elvt til orðaskifti um, hvørt ES skal lata upp fyrsta samráðingarøkið við Moldova undan valinum fyri at fáa veljarar at fáa vón um ES-limaskap.

Hesum vísti danski ES-formansskapurin tó aftur í síðstu viku.

Eins og Ukraina hevur Moldova verið valevni til ES-limaskap síðani 2022, og tí skulu londini fylgjast saman, segði evroparáðfrúan í Danmark, Marie Bjerre, á fundinum hjá ES-ráðharrunum í evropeiskum viðurskiftum í farnu viku í Keypmannahavn.

- Londini bæði fingu samstundis valevnisstøðu, og vit byrjaðu samráðingarnar samstundis.

- Tað hevði verið órættvíst mótvegis ukrainarum, um vit lótu teir vera, tá londini eru á sama stigi og hava gjørt somu reformar, segði Marie Bjerre.

Men Ungarn forðar ES í at byrja samráðingar við Ukraina. Hetta merkir, at Moldova eisini skal vera verandi í bíðirúminum hjá ES fyribils.

 

/Ritzau/

 

 

 

Forsetin í Moldovia, Maia Sandu, talaði týsdagin í Evropatinginum í Strasbourg. Her ákærdi hon Russland fyri at royna at ávirka valið í Moldova, sum skal vera 28. september - Mynd: Romeo Boetzle/Ritzau Scanpix