Molotov móti Hvalbiar skúla

Onkur hevur um vikuskiftið roynt at seta eld á Hvalbiar skúla, við at tveita Molotov-cocktails móti bygninginum

»I don’t like Mondays« sang Boomtown Rats í sínari tíð, men um tað hava verið ungdómar, sum ikki tímdu í skúla mánamorgun, skal verða ósagt. Undir ølluym umstøðum hevur onkur gjørt seg inn á Hvalbiar skúla um vikuskiftið.

Og tað kundi saktans havt spælt verri av, enn tað nú einaferð gjørdi.

Sommer Joensen, sýslumaður, sigur, at løgreglan tekur tilburðin í ramasta álvara.

- Tað er týðiligt, at tveittir hava verið sonevndir Moltov-cocktails móti skúlanum, tí vit funnu brotnar fløskur við klútum í fløskuhálsunum, sigur Sommer Joensen.

Hóast hesar brandbumburnar vórðu tveittar upp ímóti einum betongveggi heldur enn móti træklædningi, so skilst á lagnum, at raktu tær ovari á, kundu tær lættliga havt fest í takskeggið, og tá kundi skjótt stórur skaði staðist av.

- Vit fingu fráboðanina frá húsavørðinum klokkan 11.45 mánadagin, so herverkið er farið fram millum fríggjakvøld og mánamorgun. Vit sendu tveir løgreglumenn at kanna málið, og teir kundi staðfesta, at Molotov-cocktails vórðu tveittir móti skúlanum. Fløskubrot á staðnum og ein mislittur veggur bóru týðilig boð um hetta, sigur Sommer Joensen, sýslumaður.

 

Sigið frá

Nú spældi hetta tíbetur væl av, men vildi illa til, kundi kanska ein stórur partur av skúlanum verði lagdur í øsku. Og málið verður sum nevnt tikið í størsta álvara.

- Vit hava ongan illgruna til nakran um, hvør kann hava framt hetta herverkið, og vit hava heldur eingi spor at ganga eftir í málinum sum er. Tí vilja vit fegin heita á fólk um at siga okkum frá, um tey kenna nakað til hendingina, ella hava sæð nakað illgrunavert við skúlan um vikuskiftið, sigur Sommer Joensen, sýslumaður.

Ein Molotov-cocktail er ein fløska fylt við bensini ella aðrari eldfimari vætu. Síðani verður ein klútur stungin í hálsin sum proppur, eldur verður festu í henda, og tá fløskan so rakat og brotnar, virkar hetta sum ein brandbumba.

Tí er eyðsæð, at rakti hesar fløskurnar ein træklæddan vegg, er lætt at ímynda sær, hvør avleiðingin hevði verið.

Og sum nevnt heitir Sommer Joensen, sýslumaður, á fólk, sum halda seg hava sæð eitthvørt illgrunasamt í sambandi við herverkið um vikuskiftið, at siga løgregluni frá á tlf. 371448.