Monika og Andrea konsert í Klaksvík og í Fuglafirði

Konsert í Christianskirkjuni í Klaksvík hósdagin 23. juni klokkan 19.30 og tónleikakaffé í Riberhúsinum í Fuglafirði

leygardagin 25. juni frá klokkan 15 - 17

 

Monika Stauss Joensen á violin og Andrea Stauss Hofmann á orgul og klaver, fara í samband við summartónar at framføra í Klaksvík og Fuglafirði. Hósdagin 23. juni 2022 kl.19.30 spæla tær konsert í Christianskirkjuni í Klaksvík. Her spælir Andrea bæði á orgul og flygil. Leygardagin 25. juni 2022 spæla Monika og Andrea frá kl 15 – 17 á tónleikakaffé í Riberhúsi í Fuglafirði. 

Tónleikararnir eru systrar og upprunaliga úr Sveis. Monika hevur búð í Føroyum í nógv ár og arbeitt sum violinleikari og violinlærari innan Føroya Musikkskúla. Andrea býr í Sveis, har hon arbeiðir sum orgulleikari í ymiskum kirkjum.

Hvørt ár spæla tær á ymiskum støðum í Sveis, meðan Monika vitjar heimlandið. Andrea hevur fleiri ferðir vitjað oyggjarnar, og hava tær saman spælt fleiri konsertur, m.a. í Leirvík, Tórshavn, Klaksvík, Fuglafirði, Gjógv, Nólsoy.  

Skráìn verður fjøllbroyt frá Bach, Fiocco, Kristian Blæk, Laila Nielsen, til ungarskan fólkatónleik eftir Brahms og Léhar.

Konsertirnar eru ókeypis. Øll eru hjartaliga vælkomin, heilsa tær báðar.