Monika Stauss Joensen á violin og Birgitte Schnakenburg á klaver bjóða um vikuskifti til tvær spennandi jólakonsertir. Fyrru ferð spæla tær leygardagin 29. novembur eina matiné í Havnar Kirkju, klokkan 11.30. Tann seinna konsertløtan verður sunnudagin 30. novembur klokkan 16, á Bátasavninum- og Listasavninum í Leirvík.
Havnar Kirkja bjóðar javnan til matiné og smáar konsertir, sum fyri mong er ein vælkomin møguleiki at unna sær eina lítla fríløtu í gerandisdegnum við at njóta friðin, meðan tey lurta eftir vøkrum tónleiki. Gjøgnum desembur mánað verður hvønn dag klokkan 17 ein slík tónleikaløta í Havnar kirkju. Til matiné, leygardagin 29. novembur klokkan 11.30 framføra Monika Stauss Joensen og Birgitte Schnakenburg ein part av skránni, sum tær hava fyrireikað til konsertina í Leirvík. Spæld vera løg eftir Dvořák, Léhar og Kreisler. Hendan løtan varðar í umleið ein hálvan tíma.
Sunnudagin 30. novembur klokkan 16.00 fara Monika og Birgitte at spæla árligu jólakonsertina á Báta- og listasavninum í Leirvík, sum er eitt mentanarstað við vøkrum málningum og gomlum bátum.
Á konsertini í Leirvík fara Monika og Birgitte at framføra løg eftir Dvořák, Léhar og Kreisler, Dinicu-Heifetz og Bach. Endað verður við nøkrum kendum føroyskum jólasálmum, har øll eru vælkomin at syngja við.