Formliga er tað í lagi. Moralskt og fólkaræðiliga er tað als ikki í lagi.
Tað er skjóta niðurstøðan hjá Bjørn á Heygum, advokati, um málið, sum Sosialurin bar fram í gjár, har danska stjórnin setir eina lóg í gildi fyri Føroyar ímóti løgtingsins vilja.
Løgtingið hevur samtykt, at gamla hernaðarliga revsilógin frá 1937 skal strikast og ongin setast í staðin. Danska stjórnin hevur svarað aftur við at lýsa nýggju donsku hernaðarligu revsi- og rættargangslógina frá 1973.
Tað hevur skelkað landsstýrismannin við lógarmálum, Høgna Hoydal, sum ætlar at gera alt fyri at steðga málinum. Bjørn á Heygum, sum var ein av løgfrøðingunum, ið gjørdu stýrisskipanarlógina, heldur ikki, at føroyingar fáa gjørt stórvegis.
? Tú ert noyddur at skilja hetta sundur. Frá einum føroyskum sjónarmiði er tað ikki lagi, moralskt sæð, at stjórnin setir lógir í gildi ímóti okkara vilja. Men um vit halda okkum strangt til løgfrøðina, er tað púrasta í lagi. Tí hatta er eitt danskt málsøki burturav. Vit kunnu bara ummæla og geva okkara meining til kennar, men tað merkir ikki, at lóggávan sær út, sum vit vilja, sigur Bjørn á Heygum.
Tørvur á broytingum
Bjørn á Heygum heldur seg bara minnast einaferð áður, at ein lóg er sett í gildi, uttan at løgtingið er spurt eftir. Tað var í sambandi við bankamálið.
? Vit eiga ikki at góðtaka tað, men soleiðis sum skipanin er í løtuni, kunnu vit ikki forða fyri tí. Hvat kunnu vit gera? Hetta vísir bara, at tørvur er á at gera í minsta lagi nakrar dagføringar, sum hava ásetingar um, at ongin lóg kann setast í gildi í Føroyum, uttan at løgtingið hevur givið sítt tilmæli. Óansæð, um talan er um danskt málsøki, sigur Bjørn á Heygum.
Løgtingið skuldi altso havt ein veto-rætt. Ongin lóg skuldi sloppið ígjøgnum nálareygað, uttan eitt samtykki frá fólkavalda tinginum í Føroyum. Men spurningurin er, hvussu veruligt tað er í málum, har danir hava fullan myndugleika.
Her gongur markið
Hernaðaliga revsilógin, sum talan er um, hoyrir undir verjumál. Tey eru knýtt at fullveldinum og ræðinum yvir Føroyum. Tí kann hugsast, at hetta málið hevur fingið serliga viðgerð í Danmark.
? Hernaðarmál- og verjumál hava nakað við suverenitetin at gera. Her gongur markið. Her ráða danir. Hetta snýr seg um trygdina og verjuna av danska ríkinum. Tað er møguligt, at danska stjórnin vil skera út í papp og gera púra greitt, at á hesum øki verða føroysk ynski ikki gingin á møti, sum í øðrum málum, sigur Bjørn á Heygum.