Mortan aftur á landsliðnum

Gjáramorgunin varð tað staðfest, at Jón Rói Jacobsen hevur slitið krossband í knænum, og hann kann tí ikki spæla fótbólt aftur í ár. Tí hevur landsliðsvenjarin Jógvan Martin Olsen tikið Mortan í Hørg út til landsdystin ímóti Póllandi sunnudagin. 25 ára gamli Mortan í Hørg hevur spælt 4 landsdystir fyri Føroyar.