Minst 14 deyð í mótmælisgongu í Nepal

Í minsta lagi 14 fólk doyðu í dag í mótmælisgongu í høvuðsstaðnum í Nepal, Kathmandu, eftir at løgreglan brúkti táragass og vatnkanónir móti mótmælisfólkunum.

Høvuðsstaðurin í Nepal, Kathmandu, var merktur av stórum ófriði í sambandi við mótmælisgongur mánadagin. - Mynd: Prabin Ranabhat/Ritzau Scanpix

Tað boðar ein statslig sjónvarpsstøð frá, sambært Reuters.

Fleiri enn 87 fingu skaða.

Mótmælisgongan var ein reaktión uppá avgerðina hjá stjórnini um at avmarka atgongdina til sosialar miðlar.

Millum annað er bann fyri at brúka Facebook, X, WhatsApp, Instagram og YouTube, skrivar New York Times.

Undir mótmælisgonguni royndu túsundtals mótmælisfólk at koma inn í tinghúsið.

Sosialu miðlarnir eru bannaðir, tí teir sambært stjórnini í Nepal ikki halda nýggjar avmarkingar.

 

/Ritzau/

 

 

 

Høvuðsstaðurin í Nepal, Kathmandu, var merktur av stórum ófriði í sambandi við mótmælisgongur mánadagin. - Mynd: Prabin Ranabhat/Ritzau Scanpix