Reyðgrøni vongurin stendur til at vinna stórtingsvalið í Noregi við 88 sessum, meðan konservativi vongurin stendur til at vinna 81 sessir.
Tað vísir ein exit poll frá norska TV 2.
Ein veljarakanning hjá NRK vísir, at reyðgrøni vongurin fær 89 sessir, meðan konservativi vongurin stendur til at vinna 80 sessir.
Veljarakanningarnar vórðu almannakunngjørdar beint eftir, at seinastu norsku valstøðini stongdu klokkan 21.
Artbeiðaraflokkurin stendur á odda fyri reyðgrøna veinginum, sum núverandi forsætisráðharrin í Noregi, Jonas Gahr Støre, stendur á odda fyri.
Samsvara veljarakanningarnar við endaliga úrslitið, er møguleiki fyri, at Støre heldur fram sum forsætisráðharri, tí Arbeiðaraflokkurin verður størsti flokkur í Stortinginum.
Flokkurin stendur at fáa 52 sessir í valstøðukanningini hjá NRK. Undan valinum hevði Arbeiðaraflokkurin 48 sessir í Stórtinginum.
Størsti flokkurin á høgravonginum er tilflytarakritiski Framsóknarflokkurin, sum stendur at fáa 46 sessir.
Hetta er meira enn tvífalt í mun til seinasta val í 2021, har Framsóknarflokkurin við Sylvi Listhaug á odda fekk 21 tinglimir.
Tilsamans níggju flokkar eru standa at verða valdir í Stórtingið.
Meðan Framsóknarflokkurin sær út til at gerast næststørsti flokkur, verður liberal-konservativi Høyre við fyrrverandi forsætisráðharranum Ernu Solberg á odda sambært veljarakanningunum triðstørsti flokkur.
Konservativi flokkurin fær væntandi millum 23 og 25 sessir í veljarakanningunum frá TV 2 og NRK.
/Ritzau/