Sambært einari keldu fer François Bayrou at lata Emmanuel Macron, forseta, uppsøgn sína týsmorgunin.
Franski forsætisráðharrin, François Bayrou, tapti álitsatkvøðuna í tjóðartinginum mánakvøldið, og noyðist hann at leggja frá sær.
Tað upplýsir tíðindastovan AFP.
Ein meiriluti av tinglimunum, sum eru til staðar, hava soleiðis víst á vantandi álit á forsætisráðharran, sum stendur á odda fyri miðflokkinum Modern - Rørsla fyri fólkaræði.
194 atkvøddu "ja" til álit teirra á Bayrou.
364 atkvøddu "nei".
- Í samsvari við grein 50 í stýrisskipanarlógini skal forsætisráðharrin leggja uppsøgnina hjá síni stjórn fram, segði tingformaðurin Yaël Braun-Pivet, tá úrslitið av atkvøðugreiðsluni varð lagt fram.
Bayrou fer týsmorgunin at lata Emmanuel Macron, forseta, uppsøgn sína uppsøgn, sigur ein stjórnarkelda við tíðindastovuna AFP.
Bayrou megnaði bert at standa á odda fyri fronsku stjórnini í níggju mánaðir.
Hann hevði sjálvur kallað til álitsatkvøðuna við støði í politiskum ósemjum um spariætlanirnar hjá stjórnini.
Við atkvøðugreiðsluni vildi hann royna, um hann kundi fáa nóg stóran undirtøku fyri ætlanini hjá stjórn síni um at minka um landsskuld Fraklands.
Men tað eydnaðist langt frá.
Ætlanin, sum hevur fingið øði í andstøðuna, hevur við sær sparingar uppá knappar 44 milliardir evrur - tað svarar til 330 milliardir krónur.
Frakland hevur týðiligar skuldartrupulleikar.
Í fjør hevði landið eitt hall á fíggjarlógini upp á 5,8 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni - BTÚ. Hetta er næstan tvífalt so stórt sum almenna skuldarmarkið hjá ES á 3,0 prosent.
Nú Bayrou er koyrdur frá fellur franska stjórnin. Hetta er aðru ferð í minni enn eitt ár, at hetta hendir.
Bayrou tók við sum forsætisráðharri í desember í fjør. Tá var stjórnin hjá Michel Barnier júst koppað.
Emmanuel Macron, forseti, kann nú velja at seta nýggjan forsætisráðharra beinanvegin, biðja Bayrou um at vera verandi fyribils ella útskriva nýval.
Forsetin hevur áður sagt, at hann ikki vil útskriva val.
/Ritzau/