Føroyar møta í øðrum umfari Litava. Baltiska liðið, sum er styrkismett nummar 26, hevur á fremstu trimum borðunum stórmeistarar við einum miðalstyrkitali, ið liggur um 2550.
Litava var í gjár fyri teprum 1½-2½ ósigri móti sterka armenska liðnum, sum er styrkismett nummar seks. Armenia hevur fyrr vunnið talvolympisku leikirnar.
Føroyar taptu 3½-½ fyri Kroatia.
Dystirnir í øðrum umfari í dag byrja á middegi. Til ber at fylgja við leik fyri leik á netinum.
Føroysku telvararnir sita við somu litum sum í gjár. Brøðurnir Høgni og Rógvi hava hvíta fólkið, og Luitjen og Martin svarta fólkið.
Manningarnar eru hesar:
Føroyar - Litava
IM Høgni Egilstoft Nielsen 2389 - GM Valery Kazakouski 2581
Luitjen A. Apol 2318 - GM Titas Stremavicius 2531
Rógvi Egilstoft 2304 - GM Paulius Pultinevicius 2532
Martin Poulsen 2276 - Gustas Morkunas 2324
Rógvi um Kroatia-dystin
Rógvi Egilstoft hevur sent hesa frásøgn um dystin í fyrsta umfari í gjár:
Móti Kroatia var ongantíð veruligur spenningur í dystinum.
Høgni fekk heldur verri støðu, kortini var ikki so lætt hjá mótstøðumanninum at telva. Høgni misti ella læt honum fyrst eina finnu og so eina afturat, men fekk afturfyri eitt ávíst trýst á svarta kongin. Avgerandi løtuna fann Høgni ikki røttu álopsleikirnar, og tá hann so misti mann var talvið liðugt.
Lutijen kom í eitt miðspæl, har hann kendi seg noyddan at flyta finnuna fram á g6, bæði fyri at steðga hvíttrandaða bispinum hjá mótstøðumanninum og soleiðis verja fyri, at riddarin ikki slapp fram á f5. Men hetta hevði so við sær, at svørtu puntarnir kongsmegin ongan góðan áttu. Mótstøðumaðurin trýsti væl, bæði á borðinum og á klokkuni. Luitjen vardi seg eftir førimuni, og hevði onkran møguleika at koma innaftur í talvið, tí álopið hjá mótstøðumanninum var ov sterkt.
Eg sjálvur kom heldur illa frá byrjan, og føldi meg noyddan at geva rók fyri riddara og finnu. Helt sjálvur við talvborðið, at eg hevði møguleikar at pressa mótstøðumannin á kongsssíðuni, men hann var snildari. Kroatiski stórmeistarin kláraði at fáa frúgvarnar av borðinum, og sostatt greiðan fyrimun. Eg kundi tvær ferðir komið afturíaftur, men tíðin pressaði meg somikið, at eg var ov óneyvur í avgerandi løtunum.
Martin telvaði væl og kom ongantíð veruliga undir trýst við svarta fólkinum. Mótstøðumaðurin kundi fingið okkurt lítið álop í lag kongsmegin, men telvaði heldur linliga. Hann mundi ikki vitað, at sleppur Martin at damma aftur og fram, so verður hann ikki tikin. Sambært telduni hjá chess.com, so telvaði Martin við 98,8% neyvleika.