Málið við opna hekkuportrinum verður eisini tikið upp í samstarvsfelagsskapinum hjá norðurlendsku maskinmeistarafeløgunum, NMF, sum júst nú hevur fund í Malmø í Svøríki
Maskinmeistarafelagið sendi í morgun kýprisku sjófartsmyndugleikunum fráboðan um hendingina 1. september, tá innleigaða ferðamannaskipið Galaxy sigldi um Suðuroyarfjørð við hekkuportrinum á glopp.
- Tað skal ikki vera rúm fyri eftirlæti og einum “tað gongur nokk”-hugburði, tá vit hava við trygd at gera, og tí kunnu vit sum fakfelag ikki bara sita hendur í favn og látast sum onki, tá vit próvfast vita, at eitt ferðamannaskip, sum røkir sigling fyri Strandferðsluna, í denn grad gongur uppá kompromis við trygdarreglurnar. Tann myndugleikin, sum kundi gjørt nakað fyri at kanna málið og fingið alt fram í ljósið, hevur greitt sagt, at hann ger ikki meira, og tí hava vit tikið hetta stigið – vit vistu ongan annan at venda okkum til enn flaggstatin, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.
##med2##
- Eg fati framvegis ikki, at Sjóvinnustýrið slepti málinum uttan at ómaka sær so mikið sum at tosa við mannin, ið átti myndina og kundi skjalprógva alt – og ikki bara tað, men við tí eisini syrgdi fyri, at politiið heldur ikki kundi kanna málið, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, úr Malmø, har hann er staddur á NMF-fundi
Hann hevur eisini sjálvur tosað við Jens Sivar Djurhuus, sum tók tí nú gitnu myndina av opna hekkuportrinum, tá hann í sambandi við sítt arbeiði var staddur á bildekkinum á Galaxy á veg úr Havn og suður á Krambatanga um kvøldið 1. september.
- Talan er um ein fullkomiliga reiðiligan og álítandi samfelagsborgara, har tað avgjørt ikki er nøkur sum helst orsøk at seta spurnartekn við trúvirðið, og eg fati framvegis ikki, at Sjóvinnustýrið slepti málinum uttan at ómaka sær so mikið sum at tosa við mannin, ið átti myndina og kundi skjalprógva alt – og ikki bara tað, men við tí eisini syrgdi fyri, at politiið heldur ikki kundi kanna málið, sigur Arnfinn Bech.
Hann er staddur í Malmø í Svøríki, har NMF, sum er samstarvsfelagsskapurin hjá teimum norðurlendsku maskinmeistarafeløgunum, í hesum døgum heldur sín hálvárliga fund og ráðstevnu. Arnfinn Bech sigur, at hann eisini fer at taka málið upp á fundinum at hoyra hugsanina hjá hinum norðurlendsku maskinmeistarafeløgunum.
- Tað, sum hevur nógv tann størsta týdningin í slíkum samstørvum er nettupp trygdarspurningar, og trygd á sjónum er enntá høvuðsevnið á ráðstevnuni hjá okkum her í Malmø, so tað sigur seg sjálvt, at vit eisini fara at tosa um hetta málið, sigur hann.
##med3##
Opna hekkuportrið, sum Jens Sivar Djurhuus avmyndaði á bildekkinum á Galaxy, tá hann mánakvøldið 1. september í arbeiðsørindum var á veg suður á Krambatanga við skipinum