Móttøka fyri nýggja stjóranum í Heilsustýrinum

Hin 1. januar tók Noomi Oddmarsdóttir Gregersen við sum stjóri í Heilsustýrinum

Í hesum sambandi verður almenn móttøka í nýggju hølunum hjá Heilsustýrinum á Óðinshædd 11, fríggjadagin 9. januar klokkan 14.00.

 

Heilsustýrið skrivar, at Noomi er 47 ára gomul, hon er útbúgvin MSc í lívfrøði frá Aarhus Universiteti og hevur eina PhD í medisini við sergrein innan arvafrøði frá Aarhus Universiteti. Harumframt er hon er í gongd við eina master í leiðslu og skipan á Fróðskaparsetri Føroya.

 

Noomi hevur drúgvar royndir innan gransking og fyrisiting og hevur millum annað starvast sum granskari, verkætlanarleiðari fyri FarGen og eindarleiðari í Heilsustýrinum.

 

Noomi tekur við starvinum eftir Bjarna á Steig, sum hevur verið stjóri, síðani Heilsustýrið varð sett á stovn 1. januar 2023.