Rowan Atkinson heldur, at nú er tíðin skjótt komin til at gevast at spæla Mr. Bean.
Tað sigur hann við Daily Teleraph.
Tað eru mong ár síðani hann skapti tiltikna Mr. Bean, sum allur heimurin hevur flent og krympað tær eftir.
Hann hevur fingið ein hóp av virðislønum fyri Mr. Bean, men tann 57 ára gamli Rowan Atkinson heldur, at tað kann skjótt verða láturligt og pínligt, tá ið ein hálvgamal sjónleikari skal geva seg í kast við ein so barnsligan leiklut, sum Mr. Bean.
Hann ásannar eisini, at kropsliga er tað so krevjandi at spæla Mr. Bean, at tað er farið at knípa hjá honum, nú hann er við at koma upp í árini.
Ístaðin ætlar hann sær leiklutir, sum meiri álvari er í, hóast hann viðgongur, at Mr. Bean er vorðin so stórur partur av honum, at tað kann verða torført hjá fólkið at lata vera við at samanbera hann við Mr. Bean.
Hann sigur, at hann fekk av álvara hug at spæla sjónleik aftur, eftir hann hann spældi í leikinum, Oliver, fyri einum trimum árum síðani.