Føroya løgting og Føroya landsstýrið eiga nú í felag at viðgera málið um bankakanningina og avleiðingarnar av henni. Nú ræður um at standa saman. Fara vit nú út við fleiri signalum kann hetta seta fót fyri einum rímuligum og røttum úrsliti.
BANKAKANNINGIN er skelkandi lesnaður. Føroyingar eru snýttir og villleiddir og hava ikki fingið tær informatiónir, sum ein partur í einum so stórum álvarsmáli til eina og hvørja tíð eigur at fáa. Talan er um manglandi og skeiva informatión. Hetta er tykki nakað av tí ringasta, sum kann henda, tí tá er spælt við følskum kortum. Og tað er greitt, at slíkt eigur at fáa fylgjur so ella so. Lat okkum undirstrika her, at ikki minst Sjónvarp Føroya eigur rós uppiborið fyri tað stóra arbeiði tey hava gjørt í øllum bankamálinum.
HVAT bankakanningini viðvíkur, so mugu tó ikki enda harí bara at tosa um pengar. At fáa vit so og so nógv frá dønum, sum vithalda okkum hava rætt til og fyri tort og svie, so eru vit nøgd. Hetta er ein spurningur um meira enn pengar. Talan er um viðurskiftini millum tvær tjóðir. Latið okkum hvør í sær rudda upp hjá hvørjum øðrum. Eins væl og vit royna at skilja hvat er hent í Danmark, eiga vit eisini at hyggja nærri at okkum sjálvum. Hvør hevur gjørt nakað galið her og hvat er gjørt galið. Eigur tað at blíva til eina nøs ella meira! Tað týdningarmesta er, nú luftin er reinsað við hesi kanning, ikki bara at koyra alt undir gólvteppið, men vit eiga at tora og hava dirvi til eisini at taka í egnan barm. Eru skeivar avgerðir tiknar av føroyingum tað verið seg embætisfólki, politikarum, bankafólki, advokatum, revisorum osfr., so eigur hetta at verða viðgjørt í sama mun sum teir danir, ið standa fyri skotum. Uttan mun til um hetta skal fáa avleiðingar eigur tað at koma fram. Eisini her er brúk fyri at reinsa luftina.
MEN vit mugu víðari. TAÐ er í hesum sambandi, at spurningurin um heimastýrislóg, sjálvstýrislóg og hvat tað nú eitur, er vorðin so relevantur. Hvat ætla vit við viðurskiftunum við Danmark! Her eru so fleiri meiningar, sum røkka frá sambandi til loysing. Millumleiðin er so tann, sum eitt nú javnaðarflokkurin hevur lagt seg á og nú vil hava tingið at viðgera í tráð við uppskotið um val av stjórnmálanevnd. Stóri spurningurin í øllum hesum er, hvussu langt røkka vit innan fyri galdandi heimastýrislóg og hvussu langt ætla vit at røkka við eini nýggjari skipan, sum avloysir heimastýrislógina. Eftir okkara tykki er hetta tann stóri spurningurin, nú tað ikki fæst nakar meiriluti fyri hvørki at loysa ella at knýta okkum enn tættari til Danmark: tann gilti millumvegurin.
NÚ hesi mál eiga so stóran part av almenna tjakinum mugu vit ikki gloyma eitt tað kanska mest týðandi málið og sum er grundarlagið undir øllum øðrum, nevniliga rætt okkara til livandi ríkidømið í havinum kring okkum og til møgulig ráevni í undirgrundini. Nú vit skulu til at gera nýggjar avtalur við Danmark um alt bankamálið og skuldina annars eiga vit eisini at tríva í aftur samtyktina á løgtingi í 75, har gjørt varð greitt, at undirgrundin er ognin hjá føroyingum. Henda samtykt varð grundarlagið undir samráðingum við danir um yvirtøku og loksins viðurkenning dana, at undirgrundin er okkara. Sum upprunafólk mugu vit tvíhalda um henda rætt og líka mikið um talan er um delegatiónsteoriir ella ikki, so eiga vit undirgrundina.
HERFYRI kom fram, at danir vilja hjálpa okkum í samráðingunum við bretar. Kann tað gagna okkum er tað í lagi. Men vert er at leggja dent á, at tað er sum upprunafólk, at vit krevja rættin til okkara egnu undirgrund og harvið eisini eitt sømiligt mark. Sosatt verða bæði danir og bretar at viðurkenna rætt okkara til ráevnini í undirgrundini og rættin til markið. Alt gott um bankakanning ol. men umráðandi er, at vit ikki gloyma grundarlagið undir øllum hesum, nevniliga veiðurætt okkara og rættin til undirgrundina.