Mugu skapa innihald í granskingini

- Vit eru langt aftan fyri okkara grannalond á granskingarøkinum, og tað fer at taka langa tíð at uppbyggja eitt granskingarumhvørvi í Føroyum, sigur Gestur Hovgaard, granskari


GRANSKING

 
-        Vit mugu byrja at diskutera innihaldið. Hvat skulu vit granska? Hvussu skulu vit skipa granskingina? Tað mugu vit spyrja okkum sjálvi, heldur Gestur Hovgaard.
Hann er leiðari fyri Granskingarverkætlanina fyri økismenning og ein av teimum føroyingunum, ið hevur fingist mest við gransking. Nú landsins myndugleikar hava sett út í kortið, at ein triðingur av inntøkunum frá einskiljing skal nýtast til gransking, er líkt til, at gransking fer at møta politiskari vælvild. Bæði andsstøða og samgonga eru í øllum førum í orðum samd um at nýta munandi meira pening til gransking.
Sambært Gesti Hovgaard skulu vit ikki vænta okkum eina granskingarkollvelting í morgin. Tað tekur nógva tíð at uppbyggja tað rætta umhvørvið, heldur hann.
-        Tað er sjálvandi gleðiligt, at landsstýrið er farið at raðfesta gransking hægri. Men vit mugu spyrja okkum sjálvi, hvussu skapa vit tað rætta umhvørvið, og hvat skal granskingin innihalda, spyr Gestur Hovgaard.
Fyri økismenningar leiðaran hevur tað alstóran týdning, at tað í Føroyum verða skaptar nakrar mekanismur, ið skapa innihald fyri granskingina.
- Vit mugu seta okkum niður og finna eina strategiska ætlan fyri allan granskingina. Vit eru langt aftan fyri okkara grannalond á granskingarøkinum, og tað fer at taka langa tíð at uppbyggja eitt granskingarumhvørvi í Føroyum, sigur Gestur Hovgaard.
 
<B STRONG kapping< normal"$?$end$!$Altjóða>
Eins og við vinnulívinum er kappingin á granskingarøkinum hørð millum lond. Bestu granskararnir eru eftirspurdir í nógvum londum.
- Hava vit fólkini til at fremja granskingina, og klára vit at skapa teimum tað rætta umhvørvið, soleiðis at áhugavert er hjá teimum at vera í Føroyum. Hesar spurningar eiga vit at seta okkum sjálvum. Tað tekur rættiliga langa tíð at uppbyggja tað rætta umhvørvið.
Tað er ikki so týdningarmikið fyri Gest, um tað verða føroyingar ella útlendingar, ið manna granskingarsessirnar.
<B STRONG < normal"$?$end$!$->Tað er í prinsippinum líka mikið, um tað er ein føroyingur ella ein kinverji, sum granskar í Føroyum, sigur Gestur Hovgaard.
Eitt nú í Danmark er skipað soleiðis fyri, at útlendskir granskarar, sum bert steðga eitt avmarkað tíðarskeið, fáa nakrar munandi skattafyrimunir. Og tað kann eisini hugsast, at tað verður neyðugt at skapa líknandi fyrimunir í Føroyum. Eisini í øðrum londum verða fyrimunir skaptir fyri útlendskar granskarar.
- Kappingin innan gransking er gróthørð. Eisini í Danmark fara umstøðurnar at broyta seg, tí altjóða fyritøkur kunnu ikki bíða í nógvar mánaðir eftir einari málsviðgerð, sigur Gestur Hovgaard.
 
<B STRONG normal"$?$end$!$Raðfesta<>
Fremstu ídnaðarlondini nýta millum fýra og seks prosent av teirra BTÙ til gransking. Í Føroyum er hetta talið nógvar ferðir lægri. Í ólavsøkurøðuna sigur løgmaður, at Føroyar í 2015 skulu nýta 3% av BTÚ til gransking. Hetta merkir leysliga einar 350-400 milliónir. Gestur Hovgaard sigur seg ikki duga at meta um tað er nóg mikið, at landsstýrið nú ætlar at nýta ein triðing av einskiljingarinntøkuna til gransking.
-        Sæð frá mínum sjónarmiði haldi eg tað vera tørvur á nógv meira gransking innan samfelagsfrøði. Vit hava alt ov lítið av gransking á hesum økinum sum er, og kanningar hava víst, at hetta eru sera góðar íløgur fyri samfelagið, sigur Gestur Hovgaard.
Spurdur, hvat Føroyar eiga at raðfesta sína gransking, sigur Gestur Hovgaard, at hann ikki heldur, vit í Føroyum skulu sikta bert eftir einum øki, men eftir fleiri økjum.
-        Vit megna ikki at vera við á øllum økjum, men eg haldi, at vit eiga at raðfesta útvald øki innan grundøkini, t.e. humanistiska-, náttúruvísindaliga- og samfelagsvísindaliga økini, sigur Gestur Hovgaard.
Hann nevnir sum dømi, at tað verður tosað nógv um umsiting, og tá verður ofta hugsað um løgfrøði.
- Har eru nógv onnur øki, eitt nú organisatión, sum kundu verið áhugaverd innan tað samfelagsliga, sigur Gestur Hovgaard.
 
<B STRONG útbúgvingum< øllum á normal"$?$end$!$Yvirbygving>
Rektarin á Fróðskaparsetrinum, Jóan Pauli Joensen, bar í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya fram, at hann ímyndar sær, at innan løgfrøði verður skipað soleiðis fyri, at eftir lokna bachelor útbúgving uttanlands kunnu lesandi taka ein yvirbygning ella master á Fróðskaparsetrinum.
Gestur Hovgaard heldur, at tað sama skuldi verið galdandi fyri flest allar útbúgvingar.
-        Tað vísir seg, at tað er á yvirbygninginum, at fólk skapa sær ein serkunnleika. Tað hava vit brúk fyri her í Føroyum. Tað er eisini eitt nógv tættari samband millum útbúgving og gransking á yvirbygningum, sigur Gestur Hovgaard.
Hann sigur seg ásanna, at tað verður torført at skipa grundútbúgvingar innan øll øki í Føroyum, og tað eru onnur lond munandi betri før fyri enn Føroyar, heldur hann. Men tað týdningarmesta er, at vit finna útav, hvørji øki, vit vilja raðfesta. Kjarnin í øllum hesum er, hvussu fáa vit tey røttu fólkini, heldur Gestur Hovgaard.