Murdoch tikið boðið upp á Sky aftur

Fjølmiðlakongurin Rupert Murdoch keypir kortini ikki bretska British Sky Broadcasting. Avgerðin kemur, júst sum bretska Parlamentið umhugsar at áheita á Murdoch um at leggja ætlanina um Sky-keypið til viks, meðan løgreglan kannar skuldsetingar um, at hansara tíðindafólk hava brúkt ólógliga telefonlurting.

Rupert Murdoch eigur sum er 39,1 pct. av partabrøvunum í British Sky Broadcasting, men hann ætlaði sær at keypa hini 60,9 prosentini fyri at styrkja sítt virksemi í Bretlandi. Men nú er ætlanin løgd í skuffuna - fyribils í hvussu er.