Mutu gjalda Chelsea 14 milliónir pund

Føderali dómstólurin í Sveits boðar í dag frá, at teir staðfesta dómin hjá Fifa og Court of Arbitration for Sport. Tað merkir, at Mutu skal gjalda Chelsea 14 milliónir pund. Adrian Mutu, sum nú spælir við Fiorentina, var testaður positivur fyri kokain í 2004, tá hann spældi fyri Chelsea. Hetta førdi til, at Chelsea koyrdi Mutu, sum samstundis fekk sjey mánaðar bann at leika fótbólt.

Felagið saksøkti síðani Adrian Mutu eftir teimum 15 milliónunum pundum, sum leikarin kostaði, tá Chelsea keypti hann úr Parma í 2003.

Í fjør staðfesti Court of Arbitration for Sport ? stytt Cas ? úrskurðin hjá Fifa, og nú hevur so ovasti dómstólur í Sveits gjørt tað sama. Hetta merkir so, at Adrian Mutu skal gjalda Chelsea 14 milliónir pund í endurgjaldi fyri brot á sáttmálan.

Endurgjaldið er roknað út eftir longdini á sáttmálanum, sum Mutu hevði við Chelsea og tað tap, sum felagið hevur havt av leikaranum. Talan er samstundis um størsta endurgjald í søguni.

Mutu sjálvur hevur kallað endurgjaldið »óhumant og órættvíst«, men sum út sær í løtuni, má hann gjalda peningin til Chelsea, skrivar BBC.