MV Oriana liggur í løtuni á Havnini.
Oriana er 853 føtur, ella 260 metur, long, er 69.153 tons og tekur 1928 ferðafólk umframt manningina, sum telur 794 fólk. Uttandura dekksøkið er tilsamans 9800 m2. Hon hevur fýra MAN B&W diesel motorar, ið geva henni 47.750kW og siglir hon 24 míl.
Oriana er í løtuni á eini rundferð úr Southampton í Onglandi. Leiðin gekk fyrst til Ålesund í Noregi, áðrenn farið var vestur um hav til Íslands, har Oriana hevur vitjað á Akureyri, Ísafirði og Reykjavík og í dag stendur so Havnin á skránni. Lagt verður frá landi seinnapartin, við kós móti Kirkwall, og ferðin endar aftur í Southampton fríggjadagin.
Reiðaríið hjá MV Oriana eitur P&O Cruises.
Oriana er bygt í Týsklandi í 1994. Í 2006 varð Oriana skrásett í Bermuda. Ein av orsøkunum til tess, var at so kundu vígslur haldast umborð. Oriana er eitt sonevnt Adults Only skip, tvs einans vaksin fólk hava atgongd umborð.
Oriana verður væntandi aftur á Havnini komandi ár. Bíligastu ferðaseðlarnir til tað rundferðina eru 1489 bretsk pund ella góðar 14.000 krónur.
Ferðafólkini eru á landi og síggjast týðiliga aftur í býarmyndini, serliga úti á Tinganesi. Trongu gøturnar og smáu húsini eru væl dámd sum myndamotiv, og hóast veðrið ikki er av tí besta í dag, tykjast ferðafólkini at hugna sær í býnum.