Tvær kommunur í Føroyum hava ein barnafrádrátt á 6.000 krónur. Tær eru Gjáar og Mykinesar kommuna, ið royna at lokka ungar barnafamiljur til bygdirnar. Mykinesar kommuna hevur hækkað barnafrádráttin við heili 4.500 krónum, úr 1.500 uppí 6.000 krónur.
? Vit hava valt at hækka barnafrádráttin munandi, og tað er fyri at lokka ungar barnafamiljur út til Mykinesar, sigur Katrina Johannesen, ið er borgarstjóri í Mykinesi við einum bygdaráði, sum hevur tríggjar limir.
? Vit vilja so ógvuliga fegin hava eina aðra familju út higar at búgva, bæði fyri børnini og fyri okkum. Vit hava tí hækkað barnafrádráttin, so eingin skal hava tað at finnast at, um tey ætla sær at flyta út, sigur hon.
Hon torir tó ikki at vænta, at onkur fer at taka stigið at flyta út á eina útoyggj, hóast hon innarliga vónar hetta.
Skatturin tann sami
Bygdaráðið hevur tó ikki lækkað skattin, sum tey við Gjógv hava gjørt. Skattaprosentið í Mykinesi er framvegis 16%, og við Gjógv er tað bara 13%.
? Vit hava valt ikki at lækka skattin, tí vit vilja framvegis hava nakað inn í kommunukassan, so vit kunnu gera tað, sum krevst í bygdini, sigur Katrina Johannesen.
Hon eigur tvey børn, ið eru tey einastu í bygdini.
Stórar ætlanir
Maður Katrinu er Esbern í Eyðansstovu, og hann hevur saman við einum samstarvsfelaga ein dunnufarm úti í Mykinesi.
Har hava teir havt 500 dunnur gangandi til jólar. Nú eru 400 dunnur slaktaðar, og tær eru sendar á tann føroyska marknaðin. Tær flestu eru seldar heilsøluni hjá Poul Michelsen, meðan nakrar eru seldar privat.
Hetta er fyrsta árið, at dunnufarmur hevur verið úti í Mykinesi, og tað hevur eydnast væl, frætta vit.
Teir hava roynt at fara undir grísahald úti á oynni, men stuðul fekst ikki frá landinum, so tær ætlanirnar eru fyribild lagdar til viks. Eisini hevur talan verið um at fara undir aling, men hetta krevur stóra fígging, og hetta er ikki fingið uppá pláss enn, men tó eru ætlanirnar ikki gloymdar.
Tey royna, hvat tey kunnu fyri at halda lív í bygdini Mykinesi.