Í løtuni eru tey í ferð við at tøma alt út úr húsinum í gongugøtuni í Havn, sum síðani P/F Hans Joensen bygdi tey seinast í áttatiárunum hava verið nevnd Handilskjarnin.
Tað er P/F Fastogn, eitt felag, sum Eik og Lív eiga, sum eigur bygningin, og tað er SMS sum nú hevur langtíðarleigað bygningin.
– Bygningurin skal høvuðsumvælast bæði innan og uttan. Har skal nýggj fasada gerast, so bygningurin ikki verður at kenna aftur, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS.
Á niðastu hæddini, sum er í veghædd, verður ein Mylnuhandil latin upp – ein handil, ið er eins og hinir tríggi Mylnuhandlarnir í býnum. Ein munur er tó, at í hesum handlinum verður ein kaffikrókur, har til ber at seta seg við einum kaffimunni og einum góðum bita afturvið.
– Vit eru ikki reiðiliga liðug við tíðarætlanina, men vit vænta at lata upp í november, sigur Niels Mortensen.