Myndaframsýning á Dugna

Fyrrapartin í dag lat upp ein serstøk myndaframsýning í hølunum hjá Dugna á Kambsdali Tað eru teir báðir, Sámal Johan Samuelsen og John Reynbú sýna fram

Í eina tíð hevur Sámal Johan Samuelsen tikið myndir, og nú fær so almenningurin høvið til at síggja nakrar teirra.

Henda framsýningin byrjar fríggjadagin, og tá verður møguleiki at síggja myndir úr Eysturoynni, umframt myndir sum hann hevur tikið á verkstaðnum á Kambsdali.

Hann verður kortini ikki einasti maðurin, sum fer at sýna fram verk síni. Saman við Sámali Johan fer eisini John Reynbú at vísa fram fleiri av kolekningum sínum av landsløgum, náttúruni og bygdamyndum úr heimbygd síni, Funningi.

Henda framsýningin letur upp fríggjamorgunin kl. 10 og er opin til 16. apríl. Handilin er opin millum kl. 10 og 17:30, og leygardag millum kl. 10 og 14.