Eisini á Listasavni Føroya hava tey fyrireikað seg til ta heilt stóru barnainnrásini í heystfrítíðini og í vikuni eftir heystfrítíðina Í heystferiuni verður savnið opið hvønn dag millum 11 og 16 við spennandi myndaveiðu til børn og ung í øllum aldursbólkum. Myndaveiðan er leitan og uppgávur til ymisk listaverk á savninum. Til savnsfagnaðin fyri skúlaflokkum eftir heystfrítíðina skipar Listasavn Føroya fyri spennandi listaavbjóðingum, har børn bæði fáa frálæru og sjálvi sleppa at royna seg sum listafólk. Harumframt samskipar Listasavnið eisini føroysku luttøkuna í altjóða teknikapping fyri børn, har 10 føroysk børn sleppa at luttaka í stórari framsýning í India.
Oggi Lamhauge, savnslærari, greiðir frá at tiltakið í heystferiuni, er skræddaraseymað til familjur við børnum í ymiskum aldri.
- Vit hava gjørt eitt lítið hefti við 12 ymiskum myndum, og hvør mynd hevur spurningar, sum eru tillagaðir fimm ymiskar aldursbólkar.
Tey yngstu børnini fáa til uppgávu at finna myndina á savninum. Børn, sum eru byrjað í skúlanum fáa heilt einfaldar spurningar um myndirnar, t.d. hvussu nógvar dúgvur eru á mynd hjá Díðriki á Skarvanesi. Børn, sum duga at lesa og skriva, verða spurd eitt sindur minni einfaldar spurningar, sum til dømis hvørjum tilfari ein standmynd hjá Janusi Kamban er úr. Tey royndu børnini skulu taka støðu til samanspæl millum tilfar og innihald, meðan tey elstu børnini fáa meira avbjóðandi perspektiverandi spurningar.