Jákup Frants Larsen er kanska meiri enn nakar annar ímyndin av kommununi í Fuglafirði, og tað sást eisini, tá móttøkan var, og ein rúgva av fólkið hugdi inn á gólvið.
Kommunuskrivarin var bara 21 ára gamal, tá hann kom í starv hjá Fuglafjarðar Kommunu. Hann var liðugur í studentaskúlanum í Hoydølum í 1972.
Á sumri í 1974 var hann sloppin inn á læraraskúla og inn á lærdan háskúla at lesa løgfrøði, men so var tað, at kommunan søkti eftir einum skrivstovumanni, hann søkti, fekk arbeiðið, og so hugsaði eg sum so, at hetta var vert at royna, og síðani havi eg verið her, og eg havi havt eitt spennandi og fjølbroytt starv.
Tá hann kom í starv hjá kommununi í 1974, var Ditleif Eldevig formaður í kommununi. Hann sat fram til og við 1976. Kommunuskrivari var Obert Eliasen. Av heilsuávum fór hann úr starvinum 1. august 1975, og so røkti Jákup Frants skrivarauppgávunua inntil tað í 1976 varð lýst eftir nýggjum skrivara. Jákup Frants søkti, fekk starvið og hevur formliga sitið í skrivarastarvinum síðani 1. desember 1976.
Sambært starvsfólkareglugerðini hjá kommununi, sum varð góðkend av landsstýrinum í november 1998, er kommunuskrivarin næsti fyrisitingarligi maðurin hjá býráðsformanninum.
Á móttøkuni seinasta fríggjadag vóru fleiri sum hildu talu fyri býráðsskrivaranum sum t.d. Sigurð Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði, Árni Joensen, borgarstjóri í Oyndarfirði, Sjúrður Eliasen, borgarstjóri í Leirvík, Dagfinnur Danbjørg, lærari í Fuglafirði, Jens Marius Poulsen, frá Tórshavnar Kommunu, Frits Johannesen lærari og listamaður í Fuglafirði, Dánjal Vang, formaður í teknisku nevnd í Fuglafirði, og Petur Martin Petersen, frá Kunningarstovuni í Fuglafirði.
Hesi 30 árini eru stórar íløgur gjørdar í eitt nú havnarlag, fótbóltsvøll og ítróttarhøll, barnagarð, kirkjugarð, eldrasambýli, byggibúning og skúlabygging.
Jákup Frants sigur at honum dámar ógvuliga væl arbeiðið. Tað er hugaligt at samskifta við fuglfirðingar, landsmyndugleikarnar og aðrar kommunur, stovnar og fyritøkur og at samstarva við hini á kommunuskrivstovuni og lokalpolitikarnar.
Jákup Frants hevur stóran áhuga fyri ítrótti, serliga fótbólti og flogbólti, hann var í mong ár nevndarlimur og kassameitari hjá ÍF. Hann spældi við í 1. delild hjá ÍF í átta ár, árini 1971-78.
Hann er limur í áhugafelagnum Føroya Ellisakfør og eigur trý ellisakfør ? tveir bilar og eina motorsúkklu. Eisini samlar hann upp á modellbilar- og motorsúkklur.
Jákup Frants er giftur við Marjun, f, Mortensen, úr Oyndarfirði, og tey eiga tríggjar synir: Erling, Petur og Einar.