Myndir: City Church í Skálavík í dag

- Vit eru bæði rørd og takksom fyri alla ta uppmuntran, sum samkoman hevur fingið hesar seinastu  dagarnar. 

Tá City Church samkoman kom á Brúnna í Skálavík í dag klokkan 12.30, var reyður løbari lagdur fyri samkomuna, sum taldi yvir 200 fólk. 

 

Áðrenn farið varð inn í salin, varð borðreitt við góðum døgurða fyri samkomuni í matarsalinum. 

 

Í City Church siga tey, at tey bæði eru rørd og takksom fyri alla ta uppmuntran, sum samkoman hevur fingið hesar seinastu  dagarnar. 

 

- Í øllum kendist tann friður, sum ber av øllum friði hjá okkum, siga tey í City Church, sum høvdu ein góðan dag í Skálavík í dag.

 

Her sungu tey lovsong og fingu kunning um støðuna, sum samkoman er komin í, nú eldur hevur verið í samkomuhúsinum í Havn.   

 

Í komandi viku verður gjørt av, hvar City Church skal hava møtir og sunnudagskúla, meðan bíðað verður eftir, at húsið verður klárt aftur.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##