Myndir frá lesarum: Nú er summar um alt Føroyaland

Hesar fantastiska vøkru myndirnar hava lesarar okkara sent inn.

Tað hevur verið bakandi sól alt vikuskiftið og sum vera man hava føroyingar flest leita sær út í hitan. At síggja til verður eins gott veður komandi dagarnar. DMI sigur, at nú seinnapartin klárnar og tað verður turt og sól um alt landið. Somuleiðis letur til, at tað verður gott veður alla vikuna. 

 

 

 

Lesarar hjá in.fo hava í dag sent okkum vakrar myndir frá vikuskiftinum, har summi hava avmyndað sólsetur, onnur hava avmyndað fjallatúrar, spælandi løtur í vatni og enntá er ein mynd komin av skipinum Vesturleika, sum avmyndar sólarris á Munkagrunninum í morgun. 

 

 

Hevur tú tikið nakrar vakrar myndir av góðveðrinum, so er bara at senda á post(at)sosialurin.fo ella leita okkum fram á Facebook síðuni hjá in.fo og senda okkum myndirnar har. Undir hesari greinini síggjast myndirnar, sum eru komnar higartil. Myndarøðin verður uppdaterað so hvørt.