Myndir: Gerhard Lognberg skar snórin

Her eru nakrar myndir frá stórsligna hátíðarhaldinum seinnapartin, sum endaði við, at Gerhard Lognberg skar snórin, soleiðis at Sandoyarunnilin nú er opin.

 

Hátíðarhaldið í Sandoyartuninum seinnapartin í dag var stórsligið við fleiri røðum, hornatónleiki og sangtónleiki.

 

Her var ein øgilig rúgva av fólki, tí umframt øll tey mongu, sum í dag gingu gjøgnum Sandoyartunnilin, vóru eisini nógv oyggjafólk til haldið. 

 

Hæddarpunktið á løtuni var, tá Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu, skar snórin, og soleiðis alment læt Sandoyartunnilin upp fyri ferðslu.

 

Fyrstur at koyra ígjønum tunnilin, eftir at snórurin var skorin, var 90 ára gamli, Hermann Petersen í Skálavík.

 

Hann er elsta fólk í Sandoynni, sum enn koyrir bil og hann tók koyrikortið sum 51 ára gamal í 1984. 

 

Hermann Petersen í Skálavík fyllir 91 ár hin 5. januar.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##

 

##med19##

 

##med20##

 

##med21##

 

##med22##