Myndir: Miðnámskúlaæmingar á summarlegu í Grønlandi

Tað er ikki á hvørjum degi, at næmingar fáa møguleikan at koma til eitt av mest sermerktu støðunum í Grønlandi, Qeqertarsuaq, sum liggur í Diskovíkini.

Í skjótt 14 dagar hava miðnámsskúlanæmingar verið á summarlegu í Grønlandi. Talan er um náttúruvísindaliga legu, og næmingarnir eru úr Føroyum, Grønlandi og Danmark.

 

Legan eitur Asimi, ið er grønlendskt og merkir  ”í náttúruni”. Legan er á á Diskooynni, har tey hava búð á Arktisk station, ið er granskingarstøð, sum Universitetið í Keypmannahavn eigur.

 

Undirvísingarstýrini í teimum trimum londunum skipa fyri, og á undirvísing.fo stendur m.a. soleiðis:

 

Tað er ikki á hvørjum degi, at næmingar fáa møguleikan at koma til eitt av mest sermerktu støðunum í Grønlandi, Qeqertarsuaq, sum liggur í Diskovíkini. Økið kring Qeqertarsuaq er merkt av øðrvísi og fjølbroyttari náttúru enn aðrastaðni í landinum. Diskooyggin er upprunaliga ein vulkanoyggj við brøttum basaltfjøllum og ríkum plantu- og djóralívi og heitum keldum, sum gera økið serstakt.

 

Skúlin leggur dent á bæði vitan og upplivingar. Á túrinum fáa næmingarnar umframt fakliga innihaldið eisini møguleika at knýta bond og samstarva við ungdómar úr hinum londunum, sum eru við.

 

-

 

Næmingarnir hava gjørt ymsar royndir í sermerktu náttúruni, gjørt kanningar, og hava annars eisini hugnað sær á sjogvi og landi.   

 

Næmingarnir hava havt mentanarkvøld, har tey hava lagt fram hvør fyri øðrum, greitt frá um sína mentan og gjørt mat, ið er eyðkendur fyri ymsu luttakandi londini.

 

Til ber at fylgja við á Instagram á asimi science camp.

 

Legan endnar í morgin og føroysku næmingarnir eru aftur í Føroyum sunnudagin.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##