Alternativið: Ikki eitt gott hugskot
Ikki óvæntað er Alternativið ikki júst fegið um, at Lars Løkke steðgar upp í samráðingunum, sum Alternativið hevur verið ein partur av síðani valið í mars.
– Eg verði til reiðar, tá hann kemur aftur og skal viðganga, at hendan miðverkætlanin, sum hann droymir um, ikki letur seg gera, sigur Franciska Rosenkilde hjá Alternativinum við DR.
Støjberg vónar eitt nýtt kongaumfar
Inger Støjberg og Danmarksdemokratarnir peika aftur á Troels Lund Poulsen sum kongliga kanningarstjóra.
– Danmark hevur brúk fyri eini borgarligari stjórn, sum fer at herða innflytarapolitikkin og lækka skatt og avgjøld, so danir hava fleiri pengar í hondunum, skrivar hon á X.
Viðmerkjari kallar fráboðanina hjá Løkke fyri eina bumbu
– Løkke blakar eina bumbu í samráðingarnar og elvir til eitt brak í samráðingunum við Mette Frederiksen, sigur politiski viðmerkjarin hjá Berlingske, Bent Winther.
Liberal Alliance vísir eisini á Lund
Liberal Alliance peikar eisini á Troels Lund Poulsen úr Vinstra sum nýggja mannin við róðrinum sum kongaligur kannari.
Tað upplýsir tíðindatænastan hjá flokkinum fyri TV 2.
LA gav somu fráboðan eftir valið 24. mars.
Messerschmidt vísir eisini á Tróels Lund Poulsen
Morten Messerschmidt úr Danska Fólkaflokkinum gevur fyrstu reaktiónina uppá Løkke-fráboðanina fríggjadagin.
Júst sum í fyrsta umfari av kongsumfarinum, so peikar DF Vinstraflokkin og Troels Lund Poulsen sum kongligan kannara – júst sum Moderatarnir.
Í seðlinum stendur tó, at ein stjórn, sum er stuðlað av Danska Fólkaflokkinum, ikki má fevna um Moderatar ella Sosialdemokratar.























