Formaður í Mentamálanevndini og nevndarlimur í Heilsu- og umhvørvis og Havnanevndini í Tórshavnar Býráð. Talan er um Hildur Eyðunsdóttir, sum fyri fyrstu ferð kom inn í Tórshavnar býráð fyri fýra árum síðani. Tá sat hon í minniluta, men nú er hon so í meirilutanum og fyrstu nevndarfundirnir verða í nærmastu framtíð.
? Enn hava vit ikki verið saman í nevndunum, men tað verður skjótt. Og vit skulu eisini hitta umsitingina í dag, sigur Hildur.
Hon sigur, at tað er hevur stóran týdning fyri hana at koma í meirilutan, tí nústani kennir hon tað veruliga, sum at hon er vald í býráðið at sita og fær gjørt sína ávirkan og sítt arbeiði til lýtar.
Men hon heldur eisini, at tann nýggja samgongan hevur nógv at liva upp til.
? Tað tykist sum forvæntningarnir eru stórir til hesa samgonguna, og tískil hava vit nógv at liva upp til, sigur hon. Men tað ræðir ikki nýggja formannin í Mentamálanevndini. Hon er sannførd um, at allir býráðslimirnir fara at gera sítt besta í teirra arbeiði tey komandi fýra árini.
? Eg eri øgiliga spent upp á at sleppa til arbeiðis í býráðnum nú. Tað er ongin ivi um tað, sigur Hildur Eyðunsdóttir.
Kvinnur í Havnanevnd
Hon og tvær aðrar kvinnur eru í Havnanevndini. Spurd, hvussu hetta ber til, svarar Hildur, at kvinnur eins væl og menn hava áhuga fyri at menna havnaøkið í høvuðsstaðnum.
?Kvinnur hava eisini áhuga fyri at menna okkara bý, og har eru havnaøkið eisini ein týðandi partur, sigur Hildur.
Hon viðgongur tó, at tað hevur víst seg at verið so, at menn hava tikið tað meira konkreta, meðan kvinnurnar hava havt tey meiri bleytu og kenslubornu økini. Men júst tí at so nógvar kvinnur komu inn í Tórshavnar býráð, heldur Hildur, at býtið av nevndarsessum kundi blíva meiri náttúrligt.
? Nú er tað so javnt býtt, sum tað kann vera, og tað skapar náttúrliga býtið. Men lat tað so samstundis vera sagt beinanvegin, at nýggi meirilutin hevði lagt seg eftir ikki at hava reinar kvinnunevndir, sigur Hildur Eyðunsdóttir, sum ikki hevur nakran ótta fyri, at hetta við trimum og fýra kvinnum í nevndunum fer at hava nakra keðiliga ávirkan á viðgerð ella handfaring av málum. Sambært henni tykist tað heldur ikki, sum at mannfólkini bera nakran ótta fyri tí.
? Teir hava verið stak positivir og tykjast spentir upp á tær møguligu broytingarnar, sum fara at koma, sigur Hildur Eyðunsdóttir, formaður í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráð.