Teir hava arbeitt við einum áhugafelagi í eina tíð, men eru nú av álvara farnir til verka - teir føroysku trædreyararnir. Dreyarafelagið varð stovnað í november mánaði í fjør, og í dag eru longu 26 limir í felagnum.
Í næstu framtíð fer tað at skipa fyri onkrum tiltaki fyri limirnar í Felagsskúlanum á Oyrarbakka.
- Vit vilja fegnir hava fleiri limir í felagið, og kunnu teir tekna seg onkrum av okkum í nevndini, sigur formaðurin í felagnum, Hendrik Rubeksen.
Saman við honum sita hesir í nevndini: Heri Mørkøre sum er kassameistari og Piddi Lamhauge skrivari.