Síðsta umfarið í 1. deild er á skránni í dag, og toppuppgerðin í Sørvági millum 07 Vestur og VB/Sumba varð spæld tíðliga seinnapartin. Fyrsta bríkslið var kl. 13, og 07 Vestur vann 3-1, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 1-1.
Tór-Ingar Akselsen legði heimaliðið framum við beinleiðis frísparki í 7. minutti, og eftir ein hálvan tíma javnaði Birgir Jørgensen. Uppspælið var í vinstru, og Birgir gjørdist leysur, eftir at Jón Krosslá Poulsen við høvdinum hevði lagt bóltin fyri føturnar á honum.
Ein tími var farin, tá ið 07 Vestur legði seg framum aftur. Jens Erik Rasmussen setti brotsspark í netið.
Tá ið stórt korter var farið, varð Martin Tausen hjá VB/Sumba rikin av vølli, og tíggju minuttir fyri leiklok staðfesti Jóan Petur á Stongum heimasigurin, sum ber við sær, at VB/Sumba og 07 Vestur bæði hava 37 stig. 07 Vestur fer í summarfrí sum oddalið, tí teir hava betri málmun enn suðuroyingarnir.