Nú er greitt nær Premier League byrjar aftur

Premier League hevur nú sett dagfesting á nær komandi kappingarár skal byrja

Komandi kappingarár í Premier League byrjar 12. septembur 2020, sum er 30 árs dagurin fyri bragdið í Landskrona, tá Føroyar í fyrsta undankappingardystinum nakrantíð vunnu 1-0 á Eysturríki.

Premier League og spanska landskappingin, La liga, byrja sama vikuskiftið. Týska Bundesligan, har Arminia Bielefeld og Jóan Símun Edmundsson eru við, byrjar 18. septembur.

Seinasta umfar í Premier League verður sunnudagin og tað er framvegis stórur spenningur. Chelsea, Manchester United og Leicester City stríðast um tvey atgongumerki til Champions League komandi ár.

Eisini er spenningur í niðurflytingarstríðnum, har AFC Bournemouth hevur ringastu kortini á hondini við 31stigum, meðan Watford hevur eitt mál betri í málmuni enn Aston Villa, sum bæði hava 34 stig. Eftir dystirnar sunnudagin er sjey vikur av feriu til kappingin byrjar aftur. Norwich er flutt niður, meðan Leeds United og West Bromwich hava tryggjað sær uppflyting.

##med2##

Tey feløgini, sum skulu spæla í Europa League og Champions League fáa styttri summarferiu, tí finalurnar í Europa League og Champions League verða ávikavist 23. og 21. august.