- Eg kann einki siga, sum nú er. Men eg má fara at tosa við nevndina um, nær vit skulu siga okkara hugsan, sigur Signar Dam, formaður í javnaðarfelagnum í Suðuroynni í dag. Seinastu dagarnar er stríðið á Tvøroyri vaksið so mikið nógv í vavi, at tað nú ávirkar landspolitiska meirilutan. Hetta tí, at Kristin Michelsen ikki longur vil stuðla Javnaðarflokkinum og framyvir ferð at atkvøða frá máli til mál á tingi. Hetta er galdandi so leingi javnaðarumboðini í býráðnum á Tvøroyri ikki vilja samstarva við Kristin Michelsen, hevur hann boðað løgmanni frá.
Signar Dam, formaður í javnaðarfelagnum sigur, at enn er ógreitt, hvat nýggi meirilutin í býráðnum við Javnaðarflokkinum á odda, ætlar sær at gera komandi tíðina. Nógv hevur verið tosað um, at nýggi meirilutin fer at krevja, at Kristin Michelsen bert situr í einum sessi – tað vil siga, at hann antin sigur borgarstjórasessin ella løgtingssessin frá sær.
- Tað er ikki vist, at nýggi meirilutin ætlar tað. Fyrst og fremst skulu tey fáa skipað nevndirnar av nýggjum, og so má man taka tað harfrá, sigur Signar Dam. Hann sigur, at í longri tíð hevur tað verið politiskt kríggj á Tvøroyri, og nú tá støðan er koyrd í ein spíss, so er frægast hjá javnaðarfelagnum at bíða við at úttala seg, til man veit, hvussu leikur fer.