Leygardagin hevði Landsfelag Handverkaranna aðalfund í Vági.
Á fundinum varð Árni Hádal í Havnar Handverkarafelag, valdur til nýggjan formann í felagnum fyri Magnus Magnussen av Tvøroyri.
Tey sum nú manna nevndina, eru Árni Hádal, formaður, Olgar Mortensen úr Vági er næstformaður, Ásmund Bærendsen av Tvøroyri er kassameistari. Hinir nevndarlimirnir eru John Leo úr Vági, Heidi Bærendsen av Tvøroyri og Jens Meitilberg úr Havn.
Tiltakslimir eru Harry Johannesen úr Havn, Martin Øster av Tvøroyri Handverkarafelag og Hans Ziska úr Vági.
Í Landsfelag Handverkaranna eru tey trý handverkarafeløgini í Havn, í Vági og av Tvøroyri, sum hava verið so misnøgd við Føroya Handverkarafelag, at tey hava meldað seg úr meginfelagnum.
Men nú er spurningurin, hvat er meginfelag, tí Landsfelagið umboðar nú næstan 60% av handverkarunum í Føroyum.
Árni Hádal sigur, at aðalfundurin var stak friðarligur og at tað vóru ong serlig mál á skránni, umframt sjálvt nevndarvalið.