Nú er stevningin móti Astrup komin vegin fram og tað merkir sannlíkt, at í næstum skulu Eik banki og fyrrverandi stjóri tess, Jørn Astrup Hansen, hittast í rætti í Danmark.
Jørn Astrup Hansen váttar fyri in.fo, at stevningin er komin.
- Eg havi ikki lisið stevningina enn, men eg eri bilsin og skuffaður av, at eg eri stevndur, sigur Jørn Astrup Hansen.
Eik hevur latið inn eina stevning um ærumeiðing móti Jørn Astrup Hansen. Júst hvat Eik metir sum ærumeiðandi vita vit ikki enn.