Fyrr í summar vann B68 5-0 á Sandi. Men B68 venjarin, Bill Jacobsen, ivast ikki í, at tað er alneyðugt at taka uppgávuna í risa stórum álvara, tá ið hansara menn sunnudagin fara um Skopunarfjørð:
– Bæði B71 og vit spæla betri nú, enn vit gjørdu, tá ið vit fyrr í summar vóru har suðuri. Støðan hjá sandoyingum er soleiðis, at teir hava einki at missa. Teir kunnu spæla púra frítt, og tí kunnu teir verða vandamiklir.
Miðverjin Bojan Zivic er leikbannaður hjá heimaliðnum, og miðvallarin André Olsen er leikbannaður hjá B68.
Toftamenn hava síðstu trý umførini, sum vórðu avgreidd í eina viku, dystast ímóti HB, Víkingi og B36. Næstu fýra ferðirnar eru mótstøðuliðini B71, KÍ, ÍF og 07 Vestur.
– Avbjóðingarnar eru stórar, tí hesi liðini stríðast øll fyri at varðveita plássið í deildini. Tað er neyðugt hjá okkum at vinna í hvussu so er tveir av hesum dystunum. Um vit ikki megna tað, og um vit so koma í óføri, so verður tað tí vit ikki eru nóg góðir til bestu deildina, men tað haldi eg, at vit eru, og tað vóni eg fer at síggjast, sigur B68 venjarin.