Nú eru 1.339.000.000 kinesarar

Fólkatalið í Kina veksur støðugt. Tey seinastu tølini, sum eru frá ársskiftinum, vísa, at tá búðu 1.339.000.000 fólk í Kina. Tað er umleið 74 milliónir fleiri enn eitt ár frammanundan.

Eygleiðarar siga, at fólkatalið í Kina veksur skjótt, hóast myndugleikarnir hava framt ymisk tiltøk, sum skulu tálma vøkstrinum. Eitt nú fingu flestu hjún forboð fyri at fáa meiri enn eitt barn, og eygleiðarar halda, at var tann reglan ikki komin, høvdu umleið 400 milliónir fleiri børn verið fødd í Kina síðani 1980.

Tann fyrsta fólkateljingin í Kina var í 1953, og tá búðu 594 milliónir fólk har.