Nú eru yvir 1000 fólk deyð av corona-virus

– Og yvir 42.000 fólk eru smittað

Korona-virussið hevur nu kravt yvir 1000 mannalív í Kina. Tíðindastovan, Ritzau, sigur, at ein samanteljing í nátt vísir, at nú eru 1016 fólk deyð av corona-virus í Kina.

Tey, sum eru deyð av smittuni aðrastaðni, kunnu framvegis teljast á hondunum, men sostatt hevur corona virus nú kravt fleiri mannalív enn Sars, sum gekk fyrst í øldini.

Bara hetta seinasta samdøgurið eru yvir 100 fólk deyð av smittuni í Hubei landspartinum í Kina, og tað er tað mesta, sum er deytt av smittuni upp á eitt samdøgur.

Stórbýurin, Wuhan, er í landspartinum, Hubei, og tað var har, smittan tók seg upp.

Hetta seinasta samdøgurið hava 2.097 fólk afturat í Hubei fingið smittuna og sostatt eru 31.728 fólk nú smittað.

Tilsamans eru 42.638 fólk smittað í øllum Kina, og tilsamans er 42.767 smittað í øllum heiminum.

Umframt í Kina, eru nakrir fáir tilburðir staðfestir í 27 øðrum londum, eitt nú í Teilandi, Japan, Aastralia, Týskland, USA, Fraklandi, Kanada, Italia, Spania og í  Svøríki.