Nú fáa Føroyingar hita úr jørðini

Talan er um hol, ið eru boraði í fimm støðum í Føroyum. Skipanin tekur hita úr berginum. Orkukeldan er enn á royndarstøði í Føroyum, men norðmenn og sviar hava havt góð úrslit at vísa á. Jarðfeingi skal næstu tíðina kanna, hvussu væl henda kelda til hita, kann nýtast í Føroyum

Varandi Orka

Eirikur í Jákupsstovu

eij@sosialurin.fo


Frá junimánaði eru holini boraði. Talan er um yvir tíggju hol, harav seks veita hita til Jarðfeingi. Hini eru spreidd kring landið. Tey eru á keiini í Havn, hjá tannlæknanum á Óðinshædd, á Tvøroyri og í Sandavági. Talan er um bæði virkisbygningar og sethús.

- Vit byrjaðu at leita eftir fígging fyri seks árum síðani, men oljan hevur verið ov bílig, og tí fingu vit ikki nóg mikið av fígging fyrr enn í ár. Síðani í junimánaði hava vit borað holini, og nú er skipanin í gongd allastaðni, har hon er sett upp, sigur Petur Egholm, ið hevur gjørt arbeiðið við berghitanum.

Nú er arbeiðið komið so mikið langt, at kannast skal, hvussu væl tað ber til at taka hita úr berginum í Føroyum í mun til onnur lond.

- Í Noreg og Svøríki hava teir heilt góðar royndir av hesum skipanum gjøgnum 20 ár. Her heima skal Jarðfeingi í samstarvi við eitt danskt universitet kanna hvussu væl berghiti riggar, úrslitini verða løgd út á heimasíðuna hjá Jarðfeingi so hvørt, men tað gevur nokk ikki heilt tað sama í Føroyum, sum í londunum kring okkum. Tó eri eg fullvísur í, at tað ber til at nýta berghita í Føroyum, greiðir Petur Egholm frá.


Ein kostnaðarmikil íløga

Ofta er ein trupulleiki við grønari orku, at hon kostar so nógv í mun til oljuna, og soleiðis er í fyrsta umfari eisini við berghita.

- Tað er ongin loyna, at berghiti kostar at seta upp. Holið er vanliga 200 metrar djúpt og tað kostar umleið 350 krónur meturin at gera tað. Til samans kostar ein skipan við berghita eina 140.000 krónur, men við varandi oljuprísum megnar eitt húsarhald eftir tíggju árum at vinna peningin inn aftur. Tá talan er um virkir er tíðin styttri, tí har er orkunýtslan størri, og fleiri hol vera gjørd til somu skipan, fortelur Petur Egholm. Hann leggur afturat, at ein annar fyrimunur við berghita er, at øll skipanin kann goymast burtur, og á tann hátt sparir mann upp til 15 prosent í streymkostnaði til skipanina.


Nógv fæst burturúr

Ofta fær varandi orka eisini skotið í skógvarnar, at mann fær so lítið burturúr, men tað metir Petur Egholm ikki.

- Vónin hjá okkum er, at eitt tílíkt 200 metrar djúpt hol kann geva líka nógva orku um árið sum 3500 litrar av olju. Tað er umleið tað sama, sum eitt vanligt húsarhald nýtir í eitt ár. Í kostnaði dettur oljurokningin burtur, men rokningin frá SEV verður eina hálva oljurokning hægri, so helvtin verður spard í rakstrarkostnaði. Harumframt kann skipanin eisini uttan trupulleikar setast saman við einari skipan við vatnbornari sólorku. Tað er tá mann við solorku hitar vatn upp í tangar, og á tann hátt fæst enn meira burturúr, sigur Petur Egholm.


Høvdu nakrar trupulleikar

Tá holini vóru gjørd vóru ymiskir trupulleikar. Serliga var tað vantandi fíggingin, ið nú er veitt av nýtarunum av berghitanum og eisini hevur Jarðfeingi víst stóran áhuga fyri tiltakinum. Men við sjálvari boringini vóru eisini onkrir trupulleikar. Til dømis bleiv borurin fastur tá eitt av holunum hjá Jarðfeingi var borað. Borurin var so fastur, at ein serfrøðingur úr Svøríki mátti koma til Føroyar at loysa trupulleikan.