Nøgd hóast afturgongd

Vinstri ætlaði sær at vinna, men tapti. Kortini er floks­leiðslan ikki vónbrotin

Á einum fundi fyri tveimum mánaðum síðani segði næstformaðurin í Vinstra, Lars Løkke Rasmussen, at flokkurin skuldi vinna kommunuvalið í heyst og tryggja sær fleiri borgarstjórar enn Sosialdemokratarnir.
Tey orðini gingu ikki út. Enn hava ikki øll komm­unustýrini ikki skipað seg, men í gjár hevði Vinstri tryggjað sær 33 borgarstjórar, meðan Sosialde mokratarniur høvdu fingið 43. Seks komm­unur høvdu ikki borgarstjóra enn.
Kortini sigur Lars Løkke Rasmussen seg ikki vera vón­brotnan av valinum. Hann vísir á, at í nógv teimum flestu kommununum hava teir reyðu flokkarnir ikki meiriluta, og at tað í sjálvum sær ger, at tey í Vinstra kunnu vera nøgd. Harafturat fegnast hann um, at tað eydnaðist at fáa sosialdemokratarnar frá leiðsluni í Odense, sum við hjálp frá Vinstra fær konservativan borgarstjóra.
Lars Løkke Rasmussen er samdur við teimum við­merkjarunum, sum siga, at úrslitið á kommunuvalinum lýsir ikki tað landspolitiska býtið ímillum teir báðar stóru flokkarnar.