Nýggi Smyril

Ein virðismikil men ein rakstrartung verkætlan.
<DPTAB>    Ein farleið fyri og onnur eftir vórðu í sínari tíð tiknar frá privatum og lagdar landskassanum. - Alt er broytt, krøvini eru økt og økjast við ferð.

Jógvan við Keldu,
landsstýrismaður í samferðslumálum:
_____

Fyri kortum hevði Heðin D. Poulsen áhugaverda grein í fjølmiðlunum undir heitinum "Nógvir góðir reiðarar til Smyril", har hann m.a. helt fyri, at, "í Føroyum eru nógvir dugnaligir reiðarar kring landið. Reiðarar við royndum at umsita skiparakstur, manningarviðurskifti &&." og víðari:
"at landið sum eigari av nýggja Smyrli bjóðar raksturin av Smyrli út til tann best egnaða reiðaran at umsita og reka".
Hetta var grein í samband við hugskotið hjá Jacob Vestergaard um rakstur av Suðuroyarleiðini.
At áhugi er fyri nærri at umrøða, hvussu vit best reka Suðuroyðar-leiðina, bæði tænastu- og fíggjarliga, er tiltrongt, tí hetta er og fer at verða ein týdningarmikil men kostnaðarmikil verkætlan.
Av størru økjunum, verður Suðuroyðarleiðin, einasta siglingarleið, ið hevur drúgva siglingartíð. Sandoyggin liggur hóast alt nærri.
Í dag eru krøvini: dygg góðska, lægstu prísir og skjótastu avgreiðslu!
Tað eru ikki so mong ár síðani, at so gott sum allar sjóvegisrutur lógu á privatum hondum. Hetta var í teimum tíðum, tá færri fólk ferðaðust og krøvini vóru sera avmarkað.
Eitt nú høvdu Mortensens-menn Suðuroyarfjørð, N. Niclasen Tórshavn-Vágar, Kjølbro Klaksvík-Eysturoy-Tórshavn meðan aðrir høvdu útoyggjar, Vestmanna-Fútaklett o.s.fr.
Samferðslumynstrið broyttist
Sum árini gingu, tóku landsins myndugleikar yvir ruturnar, eina fyri og aðra eftir. Krøvini øktust, fíggjarliga ískoytið úr landskassanum eykaðist, nýggj og meiri tíðarhóskandi skip fingust til vega, samstundis sum undirstøðukervið á landið varð útbygt.
Fíggjarliga hallið fylgdi krøvunum, tí ferðaseðlaprísirnir hæðkaðu ikki samsvarandi útreiðslunum, tí sterkt og gott ferðasamband er grund-leggjandi táttur vinnuliga og á øðrum økjum í einum og hvørjum vælvirkandi og nútímans samfelagi.
At fáa eina farleið so langt frá politisku skipanini sum gjørligt, er rætt, men soleiðis sum samfelag okkara er uppbygt, verða krøv sett til almenna samfelagið, serliga nú sjóvegisfarleiðirnar fækkast.
Vit eiga eisini hava í huga, at fíggjarligu krøvini frá borgarum til tað almenna eru vanliga kostnaðarmiklari enn móti privatfeløgum.
Neyðugt við nýhugsan
At Strandferðslan við tíðini hevur upparbeitt ein serkunleika á økinum, telur nógv, men skal henda farleið einsamøll gjalda kostnaðin av rakstri-num, so eru í løtuni ikki møguleikar til tað.
Um so var, at eitt privat felag við rakstrarískoyti frá landskassanum rak farleiðina, er uttan iva møguleiki fyri, at nýhugsan og hugsskot kanska kundu givið ferðavinnuni nýggjar leiðir og fleiri møguleikar at ganga, brúkt íløguna betri, samstundis sum breiða vinnan fekk meiri burturúr. Nógv uppskot hava verið frammi.
Vit løgdu upp yvirfyri samferðslubólkinum í Suðuroy at arbeiða víðari málinum, tí her skulu nógvar kanningar gerast, men málið er áhugavert.
Sjálvt um vit eiga dugnaligar reiðarar, sum kenna til skiparakstur, manningarviðurskifti o.s.fr., er ikki vist, at tað er loysnin.
Uppskot kærkomin
Givið er, at skipið verður kostnaðarmikið at reka, og nógv átøk skulu til fyri at fáa javnvág í raksturin. Øll uppskot verða tikin til viðgerðar og hildin upp í ljósið, vigað og kannað. Hetta skal verða rikið á so handils-ligum grundarlagi sum gjørligt.
Rætt er, at samstundis sum hetta er ein tænasta fyri allar føroyingar og dagliga serliga fyri suðuroyingar, skal raksturin so væl sum gjørligt, hvíla í sær sjálvum.
Men eg fari at leggja dent á, at Smyril er bygdur til at røkja Suður-oyarleiðina, og til tað verður hann bygdur.
Eg fari at enda at staðfesta, sum sagt, at ein farleið fyri og onnur eftir varð tikin frá privatum og løgd landskassanum at reka, og samanumtikið hevur verið neyðugt við fíggjarligum tilskoti úr landkassanum.
Broytingar eru stórar, krøvini eru økt og økjast við ferð.