Kirstin Djurhhus er sett sum leiðari fyri Dagstovnin á Landavegnum, Inga Mariu Amandusardóttir í Býlingshúsinum í Maritugøtu, Jensina Magnussen í Dagstovninum í Kaldbak, Ann Jacobsen sum leiðari í Dagstovninum Kurl@ og Siv Joensen í Dagstovninum við Botnánna í Kollafirði. Charlotta á Váli Olsen, ið er leiðari í frítíðarskúlanum á Argjum, heldur fram sum leiðari fyri Dagstovnin í Løkjatúni, sum eisini fer at hýsa børnum í frítíðarskúlanum á Argjum.
Charlotta á Váli Olsen er 50 ára gomul. Hon fekk prógv sum pedagogur á Personale Háskúlanum á Islandsbrygge í Keypmannahavn í 1978. Sama ár byrjaði hon í starvi á Føroya Barnaheimi. Í 1982 fór hon á Stella Maris vøggustovu, har hon 1.desembur 1986 varð sett í starv sum leiðari. Síðani 1. august í 1991 hevur hon verið leiðari á Frítíðarskúlanum á Argjum. Frítíðarskúlin verður nú lagdur saman við nýggja dagstovnin í Løkjatúni, sum Charlotta verður leiðari fyri.
Kirstin Djurhuus er 48 ár og útbúgvin pedagogur í 1992 frá Føroya Læraraskúla. Áðrenn Kirstin fór á pedagogskúla, starvaðist hon í mong ár innan serstovnadeildina hjá landinum, eisini arbeiddi hon eitt skifti innan dagstovnaøkið.
Sum námsfrøðingur hevur Kirstin starvast í Býlingshúsinum undir Fjalli, har hon eisini avloysti leiðaran í eitt ár. Síðani 1997 hevur Kirstin verið leiðari í Býlingshúsinum millum Gilja.
Inga Maria Amandusardóttir er 47 ár og útbúgvin pedagogur frá Kolding barnagarðsseminarium. Inga Maria hevur drúgvar royndir innan bæði bú- og dagstovnaøkið, harumframt hevur hon verið leiðari á Vøggustovuni við Velbastaðvegin í trý ár. Í løtuni starvast Inga Maria sum økispedagogur í dagrøktarskipani hjá Tórshavnar kommunu.
Jensina Magnussen er 30 ár og útbúgvin pedagogur á Esbjerg seminarium 2001. Jensina hevur royndir innan bæði bú- og dagstovnaøkið. Í løtuni starvast hon sum varaleiðari í einum sambýli fyri ung.
Ann Jacobsen er 33 ár og útbúgvin pedagogur í 1998 á Hovedstadens Pædagog- seminarinum. Ann hevur royndir við bæði vøggustovu- og barnagarðsbørnum. Síðani 1. mars í ár hevur Ann verið varaleiðari í Kurlu.
Siv Joensen er 30 ár og útbúgvin pedagogur frá Høgskolan í Finmark í 1997. Siv hevur royndir við børnum bæði í vøggustovu- og barnagarðsaldri. Hetta seinasta árið hevur Siv verið varaleiðari í Barnagarðinum millum Bóla í Kollafirði.
Nýggju stovnarnir byrja at taka ímóti børnum 16. august.