Mikukvøldið 13. august var eitt sonevnt Kristnastovukvøld í Ebenezer í sambandi við at hjúnini Dora og Niels Pauli Nónstein framyvir koma at mynda leiðsluna í Kristnastovu í Keypmannahavn. Tey hava tikið við eftir hjúnini Susan og Øssur Berghamar, sum hava staðið fyri arbeiðnum millum føroyingar í Kristnastovu í Keypmannahavn síðan 1973.
Niels Pauli Nónstein er hvalbingur og Dora, f. Lómstein, er úr Havn. Tey byrjaðu alment sum leiðarar eftir summarfrítíðina.
Í august í ár eru eisini 35 ár liðin síðan Susan og Øssur Berghamar fóru úr Føroyum til at byrja eitt arbeiði millum føroyskar útisetar í Keypmannahavn. Susan og Øssur vera tó framvegis knýtt at verkinum í Kristnastovu og halda fram við vitjanum á t.d. Ríkissjúkrahúsinum og Hotel Tórshavn.
Heimasíðan hjá Kristnastovu: www.kristnastova.dk