Besta loysnin fyri at koma víðari frá Glasir-byggigøluni var at enda samstarvið við Landsverk-stjóran, Ewald Kjølbro. Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum í tíðindunum á FM1 seinnapartin í dag.
Samferðsluráðið bað fyri tveimum vikum síðan um eina frágreiðing frá Landsverki um feilirnir við Glasir bygninginum, eftir at tað kom fram, at 21 átroðkandi ábøtur skuldu gerast við nýggja skúlan. Aftaná at hava gjøgnumgingið frágreiðingina, eru partanir í felag komnir til ta niðurstøðu, at tað er best at samstarvið endar nú.
- Har eru manglar á nógvum økjum, og tað eru manglarnir, sum gera, at ketan hoppar av. Gongdin frá byrjan í 2008 til nú hevur verið so mikið belastandi, at tað er best at samstarvið heldur uppat, so vit við nýggjum eygum kunnu hyggja eftir, hvat vit gera nú. Tað skulu nógvir pengar til fyri at gera skúlan lidnan, og so er spurningurin, um politikararnir trúgva uppá, at tann sama myllan kann gera hetta, ella um vit skulu siga, at nú koma nýggj fólk á banan - og tað er har, sum eg eri, sigur Heðin Mortensen við FM1.
Hann sigur, at tað er ein sjálvfylgja fyri ein og hvønn stovn, at stjórin skal taka ábyrgd fyri síni mistøk. Nú má skúlin blíva liðugur, og tað skal vera við nýggjum eygum og nýggjum hendrum.
- Hetta er tað størsta byggjaríið í Føroyum nakrantíð. Vit tosa ikki um eina ella tvær milliónir, men um hundraðtals milliónir - og tá skulu tingini vera í ordan. Vit skulu kunna levera ein bygning, sum øll eru nøgd við, og tá tað framhaldandi eru manglar, má tað fáa ein enda, sigur Heðin Mortensen.
Samferðslumálaráðharrin sigur, at ein nýggjur leiðari til Landsverk verður settur inn í januar mánað, og mann kemur samstundis at søkja eftir nýggjum stjóra.