Nýggj frisørsalong í Hoyvík

Týsdagin 22. februar lat ein nýggj frisørsalong upp í Hoyvík. Talan er sum "Salong Frisée" í Guttormsgøtu 22.

Tað eru tær báðar Elsa Falkenberg og Malan Petersen sum reka salongina. Elsa Falkenberg varð útlærd sum frisør í 1991. Hon hevði egna frisørsalong á Norðskála í 11 ár, og Malan Petersen var útlærd sum frisør í 2003.

Fyri at koma til Guttormgøtu skal man koyra eftir Løgmannabreyt, heilt niðan ímóti dagsstovninum, síðan til vinstru og so aftur til høgru.

Salong Frisée hevur telefon 314600 / 222019, opið er gerandisdagar frá 9-17 og leygardag frá 9-13. Annars eftir avtalu.