Nýggj hjúnaskilnaðarskipan til umrøðu í Danmark

Nú er talan um, at landið skal virka sum konfliktmeklarar.

Við norsku skipanini sum fyrimynd hava donsku Socialdemokratarnir, við framsøgukvinnuni í sosialmálum, Pernille Rosenkrantz-Theil  á odda, ró upp undir eina nýggja hjúnaskilnaðarskipan í Danmark, sum bólkar pørini í grønan, gulan ella reyðan kassa.

 

 

Tey grønu eru tey, sum sjálvi megna at býta virðir og ognir í familjuni millum sín. Tey gulu eru tey, sum eru í vanda fyri at enda í einari ósemju, meðan tey reyðu eru tey, har tey vaksnu eru í fastlæstari støðu. 

 

 

Í tíðargrein í Berlingske skrivar Pernille Rosenkrantz-Theil, at hon heldur myndugleikarnir áttu at kannað hvørt parið sær og soleiðis bjóðað teimum hjálp alt eftir hvørjum kassa tey eru mett at vera í. 

 

Hetta skrivar Berlingske í dag. 

 

Socialdemokratarnir halda, at sum skipanin er í dag, so eru tey ikki før fyri at loysa trupulleikar í hjúnaskilnaðum, tí tá ósemjan vísir seg, so sendir skipanir løgfrøðingar inn at loysa trupulleikarnar, meðan Socialdemokratarnir heldur vildu havt sálarfrøðingar og konfliktmeklarar á staðnum.