Ein hvassur stokkur verður boraður ígjøgnum hálsin á einum 42 ára gomlum manni.
Tað er sentrala hendingin í nýggjari krimisøgu, sum Steintór Rasmussen hevur skrivað. Bókin kallast “Deyðin fer í bindiklubb” og kemur út hósdagin. Steintór Rasmussen er kendur sum tónleikari og sangskrivari, men hann hevur eisini roynt seg sum yrkjara og høvund.
Nú er Steintór akutellur við nýggjari krimibók, sum snýr seg um hevndarhug. Í bókini “Deyðin fer í bindiklubb” fylgir lesarin skiftvís mordaranum, ið sigur sína søgu, og nøkrum bindiklubbavinkonum, ið royna at fáa greiðu á tí, sum hent er - men eiga tær kanska eisini sín lut í tí? Alt stevnir fram ímóti, at tær skulu hittast í bindiklubbajólaveitslu. Eitt vita tær tó ikki: deyðin er eisini boðin til borðs.
Hóskvøldið hevur forlagið Sprotin, ið gevur krimibókina út, tiltakið Orð og Tónar á Reinsarínum í Havn. Eitt av innsløgunum hetta kvøldið verður, at Gunnar Nolsøe hevur samrøðu við Steintór Rasmussen um nýggju bókina.