Nýggj samgonga í Runavíkar býráð

Lista A og B ynskja at formalisera hendan andstøðuleiklutin hjá Lista C út í æsir.

Í tíðindaskrivi í kvøld boðar ein meiriluti í býráðnum frá, at lisiti A og B fara saman í samgongu, og seta harvið lista C uttanfyri.

 

 

Harvið verður býráðið eisini umskipað.

Listi A og Listi B, ið fingu ávikavíst átta og tveir býráðslimir valdar (10 av 11), á kommunuvalinum í 2016, hava viðgjørt politisku støðuna, sum er íkomin, eftir at umboðið hjá Lista C, ið m.a. hevur sitið á formanssessinum í teknisku nevndini, tað sum farið er av hesum valskeiðnum, - hesa seinastu tíðina av órøttum er farin at leggja harðliga eftir persónum í umsitingini í lesarabrøvum í almenna rúminum, sigur nýggi meirlutin millum annað í tíðindaskrivinum.

 


Hetta eru persónar sum meginregluliga ikki fáa vart seg, táið teir ikki eru partar av politisku skipanini. Aðrir tættir í atburðinum benda greitt á, at Listi C hevur valt at telva seg í ein andstøðuleiklut, og úrslitið av tingingunum hjá Lista A og B er tí, at vit ynskja at formalisera hendan andstøðuleiklutin hjá Lista C út í æsir. Vit harmast sjálvandi um, at hetta samstundis er fyrsta ferðin, at eitt býráð í Runavíkar kommunu býtir seg upp í samgongu og andstøðu, skriva umboðini í nýggja meilutanum á lista A og B.

 

 

Tá býráðið skipaði seg fyri sløkum tveimum árum síðani, var semja um, at øll umboðini fyri Lista A (8), B (2) og C (1) gingu saman í eina og somu samgongu, har javnbjóðis rættur var til býti av nevndar- og álitissessum. Samsvarandi hesum vann eina umboðið hjá Lista C sær nevndarsess í vinnu- og havnanevndini, formanssessin í teknisku nevnd, nevndarsess í staðbundnu nevndini fyri Elduvík/Funningsfjørð og sess í stýrinum fyri Skálafjarðar Sløkkilið (samstarv millum Nes, Sjóvar- og Runavíkar kommunu), siga lista A og B.

 

 

 

Nú Runavíkar býráð er skipað av nýggjum, er greitt, at nýggja samgongan eigur allar nevndar- og álitissessir einsamøll. Nýggja samgongan hevur í hesum viðfanginum avgjørt, at Jóhan Vest tekur sæti í vinnu- og havnanevndini, Selinda í Heiðunum í teknisku nevnd (har Kristian Gaardbo nú er valdur formaður), Kári Egholm Jacobsen tekur sæti í staðbundnu nevndini fyri Elduvík/Funningsfjørð og Terje Beinar Vestergaard í stýrinum fyri Skálafjarðar Sløkkilið, boða lista A og B í Runavíkar Býráð frá í tíðindaskrivinum.