Nýggj semja við Heilsurøktarafelagið

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og fíggjarmálaráðið gjørdu 5. oktober eina semju við Heilsurøktarafelagið um nýggjan sáttmála. Tað skrivar heimasíðan hjá kommunufelagnum.

 

Sáttmálin er fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2015 – 1. oktober 2017. Sostatt er talan um eina semju, sum hevur ligið leingi á láni.

 

Semjan hevur við sær, at lønirnar hækka 2.25% í 2015 og 1.9% í 2016. Tað er innanfyri sama karm, sum hevur verið galdandi í samráðingum við hini feløgini.

 

Harumframt er eisini semja gjørd um fráboðanarfreist í samband við arbeiðssteðg og aðrar dagføringar.