?Nina, nina, nái? er heitið á eini nýggjari tvífløgu, ið Plátufelagið Tutl gevur út. Á útgávuni eru ikki færri enn 145 nýggjar og gamlar savnsupptøkur við skjaldrum, teljiramsum, rímum o.ø., ið hevur tilknýti til børn. Eitt nú eru eisini upptøkur við ljóði frá látipípum, grasstrá-um, eini snurru og einum fjaðurlási. Elstu upptøkurnar eru frá 1927 og tær nýggjastu vórðu gjørdar í ár.
Fjølbroytt úrval
Útgávan er ein breið mynd av hvussu skjaldur og ramsur hava ljóðað og enn ljóða ymsastaðni í landinum og hon er m.a. ætlað øllum teimum, ið hava hug at læra seg at syngja nøkur skjaldur ella bera fram nakrar teljiramsur. Nógv av ungu foreldrunum í dag, eru uppvaksin uttan beinleiðis samband við skjaldrini, og summi hava kanska leitað seg fram á tey í bókum, sum í teirri frálíku ?Í Skýmingini? hjá Sofíu Petersen og Elinborg Lützen. Men í bókunum finnur tú eyðsæð eingi løg til skjaldrini, og hóast onkur kanska vil halda at løgini eru so einføld at ein og hvør bara kann finna uppá sjálvur, so munnu mong hava aftrað seg við at sungið fyri børnunum hjá sær. Øðrvísi er tað, tá ið tú hevur eina upptøku at styðja teg at, og mong hava havt stóra gleði av teimum ikki so heilt fáu skjaldraupptøkum, sum longu eru útkomnar, t.d. sum partur av barnafløgunum hjá Tutl og í nýligu sendingunum ?Likkulikkuleia?. Tað er tó einki at ivast í, at henda útgávan, sum er halgað skjaldrunum fyrst og fremst, fer at geva eitt nógv breiðari og fjølbroyttari úrval, samstundis sum hon eisini týðiliga vísir at ?hvør fuglur syngur við sínum nevi? og at tað er ógvuliga ymiskt sum fólk velja at bera skjaldrini fram. So, sum heild má sigast, at hetta er ein góður møguleiki hjá hvørjum tí sum vil ogna sær lut í hesum partinum av okkara mentanararvi. Eitt nú kann hon vera avbera hent hjá skúlalærarum, námsfrøðingum og øðrum, ið hava hug at nýta skjaldur og ramsur í sínum arbeiði. Við sjálvum fløgunum fylgir ein bóklingur upp á 60 síður við tekstum, viðmerk-ingum og myndum.
Heimildarfólk
Tey, ið syngja á útgávuni, eru Wilhelmina Larsen úr Dali, Sigrid Simonsen av Kirkju, Zacharias Jakobsen úr Hattarvík, Kristina Bolstad úr Sandvík, Hans Dalsgaard, Jógvan, Pætur og Leifur Tróndarsynir úr Skálavík, Anna í Havursgarði úr Kvívík, Axel Tórgarð úr Havn, Maria Eide Petersen, Jóhanna Maria Skylv Hansen, Sigmundur í Búð, Sigmundur í Lon, Marianna í Kongsstovu og Elsuba í Króki úr Nólsoy, Jakob Heinesen úr Tjørnuvík, Nicolina Højgaard úr Rituvík, Lena Dahl og Henny Davidsen av Toftum, Poul Schrøter úr Hvalba, Jacob Petur Symphor og Albert Djurhuus úr Sumba, Jóhan Adolf Petersen úr Norðdepli, Kirstin Henriksen av Strondum, Jákup Berg úr Hovi, William Kornus Jóanesarson úr Funningi, Sámal Petur Hansen úr Funningsfirði, Maria Danielsen av Velbastað, Bjarni Mohr úr Hoyvík og onnur.
Tey, ið gjørdu upptøkurnar á fløgunum, eru Birgitta Hylin, Ólavur Hátún, Mortan Nolsøe, Helgi Jacobsen, Danmarks Radio, Thorkild Knudsen, Hakon Grüner-Nielsen, Jóhan Hendrik Winther Poulsen, Jacob Aagotnes, Jóannes Dalsgaard, Viggo Dalsgaard, Brynolf Lamhauge og Kári Sverrisson. Flestar av upptøkurnar eru fingnar til vega frá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum.
Tað er Kári Sverrisson, ið hevur lagt útgávuna til rættis, hon er prentað í Týsklandi og kostar 199 kr.